Jóhanna á Bergi nýggjur stjóri í Atlantic Airways

Jóhanna á Bergi nýggjur stjóri í Atlantic Airways
Hon arbeiðir í løtuni sum stjóri á Faroe Ship, og tekur við starvinum 1. september
Jóhanna á Bergi tekur við starvinum 1. september
 
02.06.2015 - 11:05

Jóhanna á Bergi er 44 ára gomul, og hon hevur drúgvar royndir í leiðslu og nevndararbeiði. Seinastu níggju árini hevur hon verið stjóri á Faroe Ship. Hon hevur leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Skotlandi, og harumframt er hon útbúgvin innan sølu og marknaðarføring á Danska Eksportskúlanum.

Jóhanna á Bergi hevur áður verið sølustjóri hjá JFK í átta ár, og eitt skifti var hon søluleiðari hjá Fiskasøluni niðri í Fraklandi. Umframt leiðarastørv hevur hon í nógv ár havt ymiskar nevndarsessir.

-Vit hava í Jóhonnu á Bergi funnið rætta stjóran at halda fram á settu kósini hjá Atlantic Airways, sum nevndin saman við Jørgen Holme og starvsfólkunum hevur tilevnað og sett í verk, síðani stjóraskiftið fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið Jørgen Holme var settur fyribilsstjóri. Jóhanna á Bergi hevur hollar leiðsluroyndir, og hon hevur røttu førleikarnar bæði innan sølu, leiðslu og búskap, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður, í tíðindaskrivi.

Jørgen Holme tók í november 2013 fyribils við stjórastarvinum í Atlantic Airways í einum skiftistíðarskeiði, sum í mesta lagi skuldi vara tvey ár. Hann heldur fram sum stjóri, til Jóhanna á Bergi hevur sett seg í stjórasessin í seinasta lagi 1. september. 

Týðandi leiklutur

-Eg gleði meg almikið at tæna føroyingum og føroyska samfelagnum sum stjóri í tjóðarflogfelagnum. Atlantic Airways hevur so sera týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og eg vil gera mítt ítasta at víðarimenna flogfelagið okkum øllum at gagni, sigur Jóhanna á Bergi, komandi stjóri í Atlantic Airways.

Jóhanna á Bergi verður fjórði stjórin í Atlantic Airways, síðani flogfelagið varð stovnað 10. november 1987.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011