Pedagogar vilja hava hægri løn

Pedagogar vilja hava hægri løn
Tað stendur ovast á kravlistanum hjá Pedgogfelagnum til samráðingarnar við Fíggjarmálaraðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála
 
04.06.2015 - 08:34

Pedagogfelagið hevur júst sagt sáttmálan upp at fara úr gildi 1. oktober.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagofelagnum, sigur, at felagið umboðar ein hin størsta starvsfólkabólkin í landinum, men lønin samsvarar verri enn so við ábyrgd og krøv.

Lønarnýskipan

Jógvan Philbrow vil hava eina lønarnýskipan fyri øll starvsøki hjá limunum í Pedagogfelagnum. Hann vísir á, at tímalønum hjá einum námsfrøðiligum hjálparfólki er lægri enn tímalønin hjá ófaklærdum arbeiðsfólki.

Onnur mál, sum Pedagogfelagið fer at raðfesta í sáttmálasamráðingunum, eru sálarligt arbeiðsumhvørvi, eldapolitikkur og ynski hjá limum um meiri skipað viðurskifti, tá ræður um at betra samstarvið á stovnunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809