HM í estetiskum fimleiki byrjar í morgin

HM í estetiskum fimleiki byrjar í morgin
Meiri enn 600 fólk eru komin til kappingina, sum er hin størsta, sum eitt einstakt sersamband undir ÍSF hevur skipað fyri í Føroyum
 
05.06.2015 - 13:20

Sum ítróttatiltak er kappingin næststørsta tiltakið eftir oyggjaleikirnar í 1989, tá 846 ítróttarfólk vóru við. 

Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM-kappingini, sum byrjar kl. 13.00 leygardagin í høllini á Hálsi og heldur fram kl. 14.00 sunnudagin. 

Fyrireikað í langa tíð

Føroya Fimleikasamband hevur fyrireikað kappingina síðan 2012, og avbjóðingin at hýsa øllum fólkunum hevur verið stór.

Men við vælvild og góðari samskipan millum fleiri partar eru loysnir funnar, og hvørt gistingarhús í Havn verður fullsett, nú øll liðini eru komin til Føroyarskrivar Fimleikasamband Føroya.

Nýggj áskoðarapláss eru sett upp í høllini á Hálsi, og pláss verður fyri 1.130 áskoðarum. Fyrireikararnir boða frá, at sølan av atgongumerkjum hevur gingið so væl, at tað nú er útselt. 

13 lond kappast

Londini, sum fara at kappast á Hálsi, verða Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finland,  Bulgaria, Tjekkia og Eysturríki. Avbjóðingin verður stór fyri Føroyar, men Føroyar hava ofta staðið seg væl í HM.

Kappingar verða bæði fyri kvinnur og unglingar, og Føroyar hava lið við í báðum bólkunum.  Liðini, sum fara at umboða Føroyar, eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. 

Sjónvarpið sendir beinleiðis

Og kappingin byrjar sum sagt í morgin í høllini á Hálsi, og sjónvarpið sendir beinleiðis haðani í morgin frá kl. 13.00 til 18.00, og eisini sunnudagin frá kl.14.00 til kl. 17.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017