Bob, Sam og Brigitte koma til Føroya um tvær vikur

Bob, Sam og Brigitte koma til Føroya um tvær vikur
Sea Shepherd var skjótur at mómæla grindadrápinum í morgun. Um tvær vikur byrjar herferðin Sleppið grindini. Trý skip koma til Føroya.
Brigitte Bardot hevur verið í Føroyum fyrr.
 
06.06.2015 - 14:00


Sea Shepherd gjørdi skjótt vart við seg eftir grindadrápið í Miðvági í morgun.

Klokkan hálvgum tólv kom tíðindaskriv við neyvum upplýsingum um grindina í morgun, frá tí, hon varð funnin, til hon doyði.

Sea Shepherd mótmælir, sum vera man, grindadrápinum og harmast um tað.

Felagsskapurin kunnger í tíðindaskrivinun, at hann kemur til Føroya um tvær vikur við skipunum Bob Barker, Sam Simon og Brigitte Bardot. Harafturat vera fólk á landi. 

Hetta verður sætta átakið og samstundis tað størsta hjá Sea Shepherd móti grindadrápi, sum sambært felagsskapinum ikki er ein tradisjón men blóðbað.

Í ár eitur átakið Sleppið grindini.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523