Føroyar eiga at binda seg til at verja siðaarvin

Føroyar eiga at binda seg til at verja siðaarvin
Uppskot um at seta ST-sáttmála í gildi í Føroyum kemur í løgtingið eftir ólavsøku
Dansurin er siðaarvur, sum skal berast millum ættarliðini.
 
06.06.2015 - 15:12

UNESCO-sáttmálin um siðaarv eigur at at verða settur í gildi í Føroyum.

Tað mælir føroyska UNESCO-nevndin til.

Hon hevur latið Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, áheitan um at fáa UNESCO-sáttmálan um at verja av siðaarv settan í gildi í Føroyum.

Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburður, vitan, dugnaskapur, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, sum samfelag, bólkar og einstaklingar hava viðurkent.

Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, ullarvirking og siðir, sum eru knýttir at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga. 

Bindandi sáttmáli 

Við at taka undir við sáttmálanum, binda Føroyar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, sum eru við til at fáa vitan og kunnleikan um siðaarvin bornan víðari til næstu ættarlið. 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hann fer at virka fyri, at uppskot til samtyktar um at seta UNESCO-sáttmálan í gildi verður lagt fram í tingsetuni, sum byrjar á ólavsøku.

Øll hini Norðurlondini hava tikið undir við sáttmálanum um at verja siðaarvin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290