Bygningurin kann ikki keypast enn til løgregluna

Bygningurin kann ikki keypast enn til løgregluna
Tað verður ein løta enn, áðrenn danska Bygningsstyrelsen kann keypa bankabygningin í Húsagøtu í Havn frá Tórshavnar kommunu
Hesin bygningurin hjá BankNordik í Húsagøtu, ið løgreglan skal flyta inn í, kann ikki keypast enn. Tveir matriklar við bygningin mugu keypast, tí ein hædd skal byggjast oman á bankabygningin í Húsagøtu
 
11.06.2015 - 08:14

Ætlanin er at keypa bygningin til politiið í Føroyum at leiga. Hjá Bygningsstyrelsen vilja tey bara siga, at tey tosa framvegis við Tórshavnar kommunu um BankNordik-bygningin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at bygningurin er mettur at vera verdur 46 miljónir kr. Kommunan hevur einki goldið fyri hann enn, tað verður ikki fyrr enn næsta ár.

Ikki goldið enn

Bygningsstyrelsen ætlar at byggja eina hædd oman á bygningin. Fyri at kunna halda byggistigið, noyðist Bygningsstyrelsen eisini at keypa tveir matriklar við bygningin, annan frá Fiskimálaráðnum og hin frá kommununi.

Kommunan keypti fyri góðum tveimum árum síðani fýra bygningar í Havn frá BankNordik fyri 92 mió. kr. Talan er um bankarnar í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu og bygningarnar sunnan fyri bankan í miðbýnum, har sum Guðrun og Guðrun og Skyn eru.

SÍ EISINI Ósamd um keypsprís

Heðin Mortensen sigur, at kommunan miðar eftir at fáa tað sama fyri bygningin, sum hann kostar kommununi. Kommunan skal ikki hava útreiðslur av bygninginum.

Virðismetingin, sum er gjørd fyri kommununa, sigur 46 miljónir kr. Bygningsstyrelsen hevur eisini fingið bygningin virðismettan. Heðin Mortensen sigur seg ikki vita, hvat tann metingin sigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115