Frágreiðingar verða nú sendar til hoyringar

Frágreiðingar verða nú sendar til hoyringar
Áðrenn juni er liðugur fær danska Heilsustýrið frágreiðingarnar hjá 13 kvinnum, sum hava meldað ein kommunulækna fyri kynsligan ágang, til hoyringar
Frágreiðingarnar hjá 13 kvinnum, ið hava meldað ein kommunulækna í Føroyum fyri kynsligan ágang, verða nú sendar danska Heilsustýrinum til hoyringar
 
11.06.2015 - 18:47

Heilsustýrið fær eisini frágreiðingarnar hjá skuldsetta læknanum um kanningarnar, hann er meldaður fyri.

Endamálið er at fáa læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, sum sambært kannaðu kvinnunum vóru annað enn undirlívskanningar og tí vóru kynsligur ágangur.

SÍ EISINI Gjørdi undirlívskanningar hóast hann var meldaður

Heilsustýrið fær frágreiðingarnar hjá teimum 13 kvinnunum og frágreiðingarnar hjá læknanum, so stýrið kann gera læknafakliga og etiska meting um undirlívskanningarnar vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast. Heilsustýrið skal kortini ikki taka støðu til, um læknin er sekur ella ikki.

Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum.

SÍ EISINI Læknin: Eg havi einki skeivt gjørt

Síðani meldaðu fleiri kvinnur sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru tær vorðnar 13. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í fjør varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at øll 13 málini verða send Heilsustýrinum í einum fyri at fáa eina heildarmynd av málinum. Tað er betri fyri allar partar, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360