Frágreiðing: ÍSF er eftirbátur

Frágreiðing: ÍSF er eftirbátur
Ítróttarsambandið heitir á landsstýrið og løgtingið um at seta pengar av til nýtt høvuðssæti hjá ISF
Petur Elias Petersen er formaður í ÍSF
 
15.06.2015 - 08:46

Nógvar ítróttargreinar í Føroyum hava vánaligar umstøður. Og hjá ÍSF er støðan lítið mætari.

Tað sigur ÍSF í frágreiðingini "Íðkandi og ítróttaranlegg í Føroyum."  

ÍSF heitir enn eina ferð á landsstýrið og løgtingið um at seta av pengar til nýtt høvuðssæti hjá ÍSF.

Eftirbátur

Samanbera vit hølisumstøðurnar hjá ÍSF við umstøðurnar á Tórsvølli hjá størsta sersambandinum, Fótbóltssambandinum, sæst alt fyri eitt, at ÍSF er vorðið eftirbátur, stendur í frágreiðingini.

Annars eru umstøðurnar hjá so at siga øllum ítróttargreinum ikki nóg góðar, sambært ÍSF. 

Í Føroyum er eingin bogaskjótibreyt, eingin altjóða golfvøllur, eingin judohøll og eingin borðtennishøll.

Triði hvør íðkar ítrótt

Sambært frágreiðingini er triði hvør føroyingur ítróttarfólk.

15 túsund og 633 fólk í Føroyum íðka ítrótt, sigur ÍSF.

Nógv best umtóktu ítróttargreinarnar eru fótbóltur, hondbóltur og fimleikur. 4.733 fólk sparka, 3.617 spæla handbólt og 2.068 gera fimleik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391