Nýggjasta veljarakanningin

bannari
Nýggjasta veljarakanningin
Tað er framvegis lítið, sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark. Tí kunnu føroysku og grønlendsku umboðini gerast avgerðandi
 
18.06.2015 - 08:29

Enn bendir nógv á, at føroysku og grønlendsku umboðini á Fólkatingi verða avgerandi fyri, um tað verður Helle Thorning Scmidt ella Lars Løkke Rasmussen, sum verður danskur forsætisráðharri.

Tað er framvegis, sambært nýggjastu veljarakanningini sum var gjørd í gjárskvøldið, ógvuliga lítið sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark.

Blái vongurin fremst

Sambært nýggjastu kanningini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, fær blái vongurin 51,3 prosent av atkvøðunum, meðan hin reyði fær 48,7 prosent.

Tað gevur bláa vonginum 89 sessir í fólkatinginum, meðan hin reyði fær 86.

Føroysku og grønlendsku umboðini avgerðandi

Føroyar og Grønland fáa hvør síni tvey umboð í Fólkatingi. Ofta lagar úrslitið í Føroyum og Grønlandi seg soleiðis, at tilsamans tríggir flokkar stuðla reyðari stjórn, og ein tí bláu.

Í veljarakanningum skal takast hædd fyri hagrøðiligum iva, og tí verður mett, at tað er ógvuliga lítið, ið skilir partarnar.

Sosialdemokratarnir stórsti flokkur

Sosialdemokratarnir eru størsti flokkur í kanningini. Flokkurin fær 25,9 prosent av atkvøðunum. Vinstriflokkurin fær 20,6 og triðstørsti flokkur er danski Fólkaflokkurin, ið fær 18,1 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672