Eingin semja fekst um svartkjaftin

Eingin semja fekst um svartkjaftin
Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, hevur boðað frá, at hann gevst við royndini at fáa strandalondini at semjast
Herluf Sigvaldsson hevur verið samráðingarformaður
 
24.06.2015 - 13:06

Tað eydnaðist ikki at fáa tey fýra strandarlondini at semjast um, hvussu svartkjaftakvotan skal býtast millum londini í ár.

Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, boðaði tí frá seint fyrrapartin, at hann gevst við royndunum at fáa øll fýra londini at semjast um 2015, tá Føroyar hava formansskapin.

Men londini kunnu, leggja tey í, halda fram at tingast um svartkjaftin, uttan at Føroyar standa fyri teimum samráðingunum, tí føroyski formansskapurin er nú liðugur.

Herluf Sigvaldsson sigur, at samráðingarfólkini hjá Føroyum og ES fara at tosa saman seinnapartin. Hini londini eru Ísland og Noreg. Grønland og Russland vóru við sum eygleiðarar. 

Í morgin og fríggjadagin vera samráðingar um norðhavssildina. Tær eru eisini í Keypmannahavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598