- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin deyður í ferðsluni síðani Minningardagin

Síðani Minningardagin í fjør er eingin deyður sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í 2014 doyðu fýra í ferðsluni, ein kvinna og tríggir menn.
Verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Hjá okkum er talið fyri 2014 gott 8 deyð fyri hvørji 100.000. Higartil eru 281 føroyingar deyðir á føroysku vegunum.
Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar stuðla tiltakið. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.


























