Vænta at seta meira á bók næsta ár

Vænta at seta meira á bók næsta ár
Tað vísir nýggjasta konjunkturbarometrið, sum Hagstovan hevur gjørt
 
01.07.2015 - 10:04

Stívliga 500 fólk eru spurd um egin peningalig viðurskifti og búskapin sum heild nú og í framtíðini. Brúkaravísitalið er støðugt hækkað úr minus 29 stigum í juni 2008 upp í 12 stig nú í juni 2015. Tað var eisini 12 í januar í ár.

Við ávísum varsemi kann sigast, at brúkarin heldur nøkunlunda tað sama egin fíggjarlig viðurskifti og búskaparstøðu landins samanborið við januar.

Ein minni meiriluti enn í januar heldur nú, at arbeiðsloysið verður minni um eitt ár enn nú. Ein størri partur nú enn í januar væntar at hava fleiri pengar til uppsparing næsta árið, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938