South Pelagic fekk longt royndarloyvið

South Pelagic fekk longt royndarloyvið
Grunnabarð - skipið, sum Runavíkar havn tekur arrest í - hevur júst fingið longt sítt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri eitt ár afturat
14.07.2015 - 20:09

Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen byrjaðu sum reiðarar við felagnum South Pelagic. Tað kom óvart á fleiri, at Jóhan Dahl sum virkandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum gav felagnum eitt royndarloyvi í trý ár at fiska hvítingsbróður, stutt fyri makrelfiskiskapin í 2011. Loyvið var millum annað latið fyri at stuðla virkseminum í útjaðaranum.
Royndarloyvið gekk út í 2014. Tá royndarloyvið skuldi eftirmetast, metti fyrisitingin í Fiskimálaráðnum, at felagði hevði ikki prógvað, at veiðan eftir hvítingsbróðurin kann gerast ein lønandi vinna. Fyrisitingin metti, at South Pelagic hevði gjørt ov lítið við royndarfiskiskapin, og dokumentasjónin var vánalig. Fyrisitingin helt av somu orsøk, at royndarloyvi skuldi ikki longjast.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tók ikki undir við fyrisitingin og longdi royndarloyvið í eitt ár, fram til juli 2015.
Nú er royndarloyvið gingið út, men South Pelagic hevur aftur fingið tilsøgn frá Fiskimálaráðnum, at royndarloyvið verður longt.
South Pelagic kann nú royna eftir hvítingsbróður fram til juli 2016. Tá hevur felagið kannað í fimm ár, um fiskiskapurin eftir hvítingsbróður kann gerast ein lønandi vinna.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982