Tjóðsangurin fyri fyrstu ferð í upprunaútgávuni

Tjóðsangurin fyri fyrstu ferð í upprunaútgávuni
Ólavsøkudag fer Ólavssøkukórið at framføra "Tú altfagra land mítt" í tí upprunaligu útgávuni, sum Petur Alberg skrivaði
 
26.07.2015 - 16:36

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer tjóðsangurin, "Tú alfagra land mítt", at verða sungin á tinghúsvøllinum í upprunaútgávuni, sum Petur Alberg skrivaði.

"Tú alfagra land mítt" var skrivaður í 1907.

Aftaná at sangurin var skrivaður, blivu nógvar ymiskar útsetingar gjørdar av sanginum  - eitt nú fyri hornorkestur, fyri harmonikuorkestur, sang og gittar, og so framvegis - og í hesum útsetingum bleiv sangurin broyttur.

Kórleiðari Bjarni Restorff hevur granskað allar tær fimm útgávurnar, sum Petur Alberg skrivaði av "Tú alfagra land mítt". Allar útgávurnar eru eins, og tulkar Bjarni Restorff hetta sum prógv fyri, at Petur Alberg ikki ætlaði, at sangurin skuldi broytast.

- Eg hugsaði, at tað var rætt móti Petur Alberg, at vit varðveitu tann originala, soleiðis sum Petur Alberg skrivaði hann, sigur Bjarni Restorff.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537