Fíggjarnevndin fund í morgun

Fíggjarnevndin fund í morgun
Nú klokkan tíggju fer Fíggjarnevndin hjá løgtinginum á fund, tí Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur gjøgnum Fíggjarmálaráðið biðið um ráðførslu
 
29.07.2015 - 09:45

Landsstýrismaðurin vil ráðføra seg við Fíggjarnevndina um tær tíggju milliónirnar úr statskassanum til FarGen í Føroyum.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at neyðugt er at stovna tvær kontur undir inntøkufíggjaðum virksemi í fíggjarlógini, so til ber at flyta milliónirnar til FarGen úr statskassanum í landskassan.

Fundurin er í dag, tí pengarnir, 10 mió. kr., skulu flytast fyri 31.juli, sum er í ovurmorgin.

 

Annars skulu teir endurjáttast í Danmark.

Nú tingfundur kortini er í dag, hevur Fíggjarnevndin sín fund í dag klokkan tíggju.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477