Løgfrøðingar undrast á kærumøguleikar

Løgfrøðingar undrast á kærumøguleikar
Tað undraði løgfrøðingarnar hjá Løgtinginum, at ikki ber til at kæra um grindalógina. Kærast kann ikki til hægri fyrisitingarligan myndugleika
Heimild er ikki at kæra avgerðir, ið verða tiknar við nýggju grindalógini, til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Tað undraði løgfrøðingar hjá Løgtinginum
 
04.08.2015 - 09:04

Bæði Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni, sum kannar lógaruppskotini hjá landsstýrinum, áðrenn tey fara í løgtingið, og Løgtingsskrivstovan spurdu Fiskimálaráðið, hví ikki ber til at kæra avgerðir, sum verða tiknar við nýggju grindalógini í hondini.

Í lógini stendur, at áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni ella øðrum heimilaðum persóni eftir lógini ella reglum, sum eru ásettar við heimild í grindalógini, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

SÍ EISINI Ivi um nýggju grindalógina

Løgtingsskrivstovan spurdi, hví ikki ber til at kæra slíkar avgerðir. Lógartænastan gjørdi vart við, at tað eigur at síggjast í lógini, hvagar avgerðir hjá politinum um inntriv kunnu kærast.

Fiskimálaráðið sigur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at avgerðirnar fyri tað mesta ikki eru av slíkum slagi, sum kunnu kallast fyrisitingarligar avgerðir. Tí kunnu tær ikki kærast.

Tað er ikki óvanligt til dømis í skúlum og sjúkrahúsum, at dagligar avgerðir hjá teimum, sum har arbeiða, ikki kunnu kærast. Harfturat, sigur Fiskimálaráðið, raka avgerðirnar sambært grindalógini ikki einstaklingar, men hópar av fólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107