Vilja hava løgmann frá

bannari
Vilja hava løgmann frá
Tríggir av fýra veljarum halda, løgmaður eigur at leggja frá sær. Fimti hvør heldur, løgmaður skal verða sitandi, vísir nýggj veljarakanning
74,6 prosent av teimum spurdu í nýggjari veljarakanning halda, at løgmaður, Kaj Leo Johannesen, eigur at leggja frá sær
 
07.08.2015 - 09:35

Veljarnir vórðu spurdir, um løgmaður átti at lagt frá sær. 74,6 prosent siga ja, at løgmaður átti at lagt frá sær. Bara 18,7 prosent halda, at løgmaður átti ikki at lagt frá sær.

SÍ EISINI Kanning: Framsókn tvífaldar tingmannatalið

Tað er sum vera man, serliga tey, ið velja andstøðuflokkarnar, sum vilja sleppa av við løgmann. Allir veljararnir hjá Framsókn - 100 prosent - halda at løgmaður átti at lagt frá sær.

Av tjóðveldisveljarunum eru tað 94,8 prosent, av javnaðarveljarunum 88,8 prosent og av sjálvstýrisveljarunum 72,7 prosent, sum halda at løgmaður skuldi farið frá.

Eisini í samgonguni og í Sambandsflokkinum sjálvum halda tey, at løgmaður átti at lagt kongin. 56,9 prosent av fólkafloks-veljarunum halda, at løgmaður átti at lagt frá sær.

Peika á Aksel V. Johannesen sum løgmann

Tað sama siga 54,5 prosent av miðflokka-veljarunum. Og av teimum, sum ætla sær at velja Sambandsflokkin hesaferð, eru tað 42,9 prosent, sum vilja hava løgmann frá.

Sambært veljarakanningini vil ein meiriluti av veljarunum hava Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, at vera løgmann. 35 prosent peika á Aksel V. Johannesen sum løgmann.

Bara 5 prosent peika á sitandi løgmann. Men fólk eru rættiliga nógv í iva um, hvør eigur at vera løgmaður. Heili 29 prosent siga seg ikki kunna peika á nakað løgmansevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083