Viðgera nú spurningin um útvísing

Viðgera nú spurningin um útvísing
Útlendingastýrið í Danmark viðger nú spurningin, um tey fimm Sea Shepherd fólkini, ið fingu dóm í Føroya rætti fríggjadagin, skulu vísast úr Føroyum
Útlendingastýrið í Danmark skal nú viðgera spurningin, um tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum fingu dóm í Føroya rætti fríggjadagin, skulu vísast úr Føroyum. Tvey av fólkunum órógvaðu grindadrápið í Bø 23. juli
Mynd: KvF  
 
11.08.2015 - 16:48

Politiið í Føroyum hevur sent Útlendingastýrinum málini til støðutakan, hóast dómarnir hjá Føroya rætti eru skotnir inn fyri Eystara landsrætt.

Tey bæði Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í Kalsoyarfirði tann 20. juli, tá grindaboð vóru har, vita ikki enn, um tey verða ákærd.

SÍ EISINI Sea Shepherd fólkini nokta seg sek

Politiið er ikki liðugt at kanna tað málið, og støða er tí ikki tikin til, um tey bæði fólkini verða ákærd fyri at bróta grindalógina og politiviðtøkuna.

Tey eru fyribils skuldsett fyri at royna at órógva grindaraksturin. Kvinnan, sum er skuldsett, er tó longu avhoyrd í Føroya rætti, tí hon skuldi av landinum á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096