- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður grótið ruddað burtur
Nú verður grótið ruddað burtur
Arbeiðið at rudda burtur grótið í innsiglingini til Skopunar havn er byrjað. Eitt danskt skip, Merete Chris, kom til Skopunar um vikuskiftið

Arbeiðið at rudda burtur grótið í innsiglingini til Skopunar havn er byrjað. Um vikuskiftið kom eitt danskt skip, ið skal rudda grótið burtur, til Skopunar
11.08.2015 - 15:48
Skipið hevur grabbara at taka grótið upp við, men fyrst verða steinarnir sprongdir niðri á botninum. Merete Chris flytur grótið út á størri dýpi og sleppur tí har.
Byggifelagið Articon ger arbeiðið. Jón Sigurðsson, stjóri, sigur, at talan er um 600 rúmmetrar av gróti, sum skulu takast upp og flytast.
Dýpi skal vera sjey metrar, tá arbeiðið er liðugt. Ikki ber til at siga, nær arbeiðið verður liðugt. Tað veldst um veðrið, sigur Jón Sigurðsson.
Landsverk spurdi tvey byggifeløg, J&K Petersen og Articon, og Articon ger arbeiðið fyri 2,1 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























