Bústaðir: Her vilja tey flestu búgva

Bústaðir: Her vilja tey flestu búgva
Nógv teir flestu limirnir í Føroya Bústaðarfelag vilja búgva í Havn, vísir kanning hjá Bústøðum, ið væntar stórt trýst eftir at búgva í Havn
90 prosent av útisetum, og 86 prosent av teimum, ið búgva kring alt landið, vilja búgva í Havn, kemur fram í nýggjari kanning hjá Bústøðum
 
13.08.2015 - 11:34

Kanningin varð løgd fram á aðalfundi hjá MFS - Meginfelag Føroyska Studenta - týskvøldið. 86 prosent av limunum siga, at tey vilja búgva í Havn.

Og 90 prosent av útisetunum, sum eru limir í felagnum, hava Havnina sum fremstu raðfesting, tá tey flyta aftur til Føroyar at búgv.

Útisetarnir eru á leið 10 prosent av samlaða limatalinum hjá Føroya Bústaðarfelag, sum hevur 2.246 limir.

Trýstið á Havnina fer at vaksa

- Kanningin gevur greiðar ábendingar um, at trýstið fer at vaksa nógv í Havn. Tað er fakta, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum, sum legði kanningina fram týskvøldið.

62 prosent av teimum spurdu í kanningini eru frammanundan búsitandi í Havn, men heili 86 prosent av limunum kring alt landið vilja búgva í høvuðsstaðnum.

Aldursbólkurin 20-29 ár er best umboðaður í kanningini. Kanningin vísir millum annað, hvussu hesir limirnir hjá Føroya Bústaðarfelag vilja búgva. Flestu av teimum vilja búgva í 3-rúmsíbúðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109