- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla fleiri tollfríum sigarettum
Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum krevja nú, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tekur aftur kunngerðina um, at loyvt er taka við sær 200 tollfríar sigarettir inn í landið í staðin fyri 100. Kungerðin kom fyrst í juli.
Tey 72 starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum mótmæla í almennum skrivi harðliga broytingini í kunngerðini um tollfrían innflutning hjá teimum, sum koma til Føroya úr øðrum londum.
At loyva øking í innflutningi av tollfríum tubbakki brýtur niður fyribyrgingararbeiðið, sum vit heilsustarvsfólk røkja, og verður til skaða fyri fólkaheilsuna, verður sagt.
- Vit krevja, at landsstýrismaðurin tekur kunngerðina aftur sum skjótast, stendur í skrivinum hjá teimum 72 starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum.
Ferðavinnufelagið heitti á landsstýrismannin um at broyta reglurnar.
Ferðavinnufelagið sigur, at avmarkingin í Føroyum ger, at ferðaflutningsfeløg mugu lýsa við fleiri tollreglum til ymisku londini.
Samstundis kann avmarkingin í fleiri førum vera sera torfør at skilja hjá ferðafólki.
Tað kemur meira enn so fyri, at tey villast í reglunum og ólógliga flyta inn sigarettir til landið uttan at geva sær far um tað.
Samstundis kemur tað meira enn so fyri, at ferðafólk verða steðgað í tollinum og skulu rinda stóra bót fyri sítt mistak, sigur Ferðavinnufelagið.
Jørgen Niclasen avgjørdi tí at broyta reglurnar, so tær siga tað sama sum hjá grannalondunum, tíggju pakkar av sigarettum, eitt kartong.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, var ovfarin av avgerðini hjá Jørgeni Niclasen.
Málið var á landsstýrisfundi, meðan Karsten Hansen var uttanlands. Hann bað um at fáa málið flutt til hann var komin heim aftur, so hann kundi vera við í viðgerðini, men tað varð ikki gjørt.