Foreldur og skúli eiga saman at kunna um politikk

Foreldur og skúli eiga saman at kunna um politikk
Tað heldur ein greiður meirluti av teimum spurdu í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Lærarafelagið.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2015 - 10:51

Tað er felags ábyrgd hjá foreldrum og skúla at kunna og læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Tað halda 73 prosent av teimum spurdu í kanningini, sum fevnir um 300 fólk.

Kanningin vísir, at nøgdsemi við undirvísingina í politikki og samfelagsviðurskiftum í fólkaskúlanum er ikki gott. 30 prosent siga seg vera ónøgd við undirvísingina, og 18 prosent halda, at hon er nøktandi. Av teimum, sum eru ónøgd, er helvtin millum 18 og 24 ár.

Sambært kanningini hevur fjølmiðlaumrøða og negativ hugsan millum fólk um politikarar týdning og ávirkan í mun til áhugan hjá ungum fyri politikki og samfelagsviðurskiftum. 


Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærararfelag, fegnast um, at ein meiriluti í kanningini heldur, at talan er um felags ábyrgd at læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum sigur hann, at fólkaskúlin má taka sín lut á seg.

- Lærarar mugu taka í egnan barm, men eisini avvaraðandi myndugleikar mugu taka støðuna í álvara og skapa karmar, so lærarar hava umstøður at fremja henda neyðuga partin av lærarayrkinum, sigur Herálvur Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688