- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin er enn tikin fyri doping í Føroyum
Eingin er enn tikin fyri doping í Føroyum
Dopingeftirlitsnevndin hevur virkað síðani 2002, og hesi árini eru 25 royndir tiknar árliga.

Mynd: Savnsmynd
16.08.2015 - 11:55
Hóast eingin føroyskur íðkari er tikin fyri doping, er talan um umráðandi eftirlit, ið eigur at halda fram.
Tað heldur ÍSF, sum heitir á almennu myndugleikarnar at seta árligu útreiðslurnar til dopingeftirlit á fíggjarlógina.
- Tað er alla tíðina neyðugt við kunning og fyribyrging um vandar av doping. Tað hevði tí verið ynskiligt, at Heilsumálaráðið hugdi eftir, hvussu grannalond okkara hava skipað arbeiðið við dopingeftirlit, sigur ÍSF.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























