Drápsmálið í Hvalba fyri rættin í dag

Drápsmálið í Hvalba fyri rættin í dag
Í morgun klokkan 9 byrjar rættarfundurin, har ein 24 ára gamal maður er ákærdur fyri manndráp
 
19.08.2015 - 06:52

Maðurin er ákærdur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin. Maðurin doyði.

24 ára gamli maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 10. august í fjør, síðstu mánaðirnar hevur hann sitið í Vestre Fængsel í Danmark.

Maðurin hevur játtað seg sekan.

Vanliga revsingin í drápsmálum hevur seinnu árini verið 12 ár í fongsul. Tó kunnu linnandi ella skerpandi umstøður stytta ella leingja fongsulsrevsingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087