Ikki tikið so nógva súlu í fleiri ár

Ikki tikið so nógva súlu í fleiri ár
550 súlur vórðu tiknar, tá mykinesmenn og onnur, ið vóru komin í oynna, vóru eftir súlu í nátt. Talið er tað hægsta í fleiri ár
Mykinesmenn hava ikki tikið so nógva súlu sum í nátt, tá 550 súlur vórðu tiknar. Í 2013, tá hendan myndin varð tikin, vórðu tiknar 405 súlur
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Mohr  
 
26.08.2015 - 10:08

Umleið 550 súlur vórðu tiknar, tá farið varð eftir súlu í Mykineshólmi í nátt, skrivar vp.fo Talið á tiknu súlunum er samstundis hægri enn tað hevur verið í fleiri ár.

Í fjør vórðu 485 súlur tiknar, tá farið varð eftir súlu seinasta vikuskiftið í august. Fyrraárið, í 2013, vóru enn færri súlur tiknar -  tá tóku mykinesmenn 405 súlur.

Í 2012 varð ikki farið eftir súlu í Mykineshólmi. Veðrið var ongantíð so mikið frægt tað árið, at tað bar til hjá mykinesmonnum at fara eftir súlu í oynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360