Fiskiloyvi tikin frá skipum

Fiskiloyvi tikin frá skipum
Við tveimum rættarúrskurðum í hondini ger Vørn nú vart við, at fiskiloyvið kann takast frá skipum, sum hava ov stóra hjáveiðu, tá tey fiska makrel
Í august í fjør mistu fýra trolarar fiskiloyvið, tí teir høvdu alt ov nógva sild. Við tveimum rættarúrskurðum í hondini ger Vørn nú vart við, at fiskiloyvið kann takast frá skipum
 
28.08.2015 - 08:48

Í august í fjør mistu fýra trolarar fiskiloyvið, tveir í tvær ferðir sjey dagar og tveir í tíggju dagar, tí teir høvdu alt ov nógva sild, tá teir fiskaðu makrel.

Avgerðirnar hjá Vørn um at taka fiskiloyvini vórðu kærdar til Føroya rætt, sum í februar í ár gav Vørn viðhald. Reiðaríini kærdu úrskurðin til Eystara landsrætt, sum staðfesti hann í síðstu viku.

Vørn ger nú vart við, at hámarkið fyri onnur uppisjóvarfiskasløg, sum hava kvotu, er tíggju prosent fyri hvørja avreiðing, lating ella ummskiping av makreli.

Høvdu alt ov nógva sild

Tá skip fiska makrel er norðhavsild ofta uppií. Teir fýra trolararnir, sum mistu fiskiloyvið í august í fjør, høvdu alt ov nógva sild, hon lá um tey 60 prosentini.

Vørn sigur, at tað er skylda hjá skipunum at gera alt, sum gerast kann, so hjáveiðan ikki fer upp um ásetta markið.

Verður hetta ikki gjørt, og skip fiska upp um hámarkið, verður fiskiloyvið tikið aftur í upp til fýra vikur sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961