- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um sess í Fólkatinginum
Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi. Hann varð valdur á løgting á valinum 1. september og fer ikki at røkja báðar sessirnar.
Avgerðin um fólkatingsessin hjá Tjóðveldi bíðar til samráðingarnar um nýtt landsstýrið eru lidnar og landsstýrið mannað.
Hvør skal manna sessin hjá Tjóðveldi á fólkatingi? Tann spurningurin er aftur aktuellur eftir úrslitið á løgtingsvalinum 1. september.
Ikki báðar sessir samtundis
Tjóðveldi hevur sagt, at eingin sleppur at umboða flokkin bæði á løgtingi og á fólkatingi samstundis. Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi.
Hann var næstvaldur á tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum 18. juni. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var fyrstvaldur. Men tá Høgni Hoydal bað um farloyvi, tók Magni Arge sæti á fólkatingi.
Týsdagin í síðstu viku varð Magni Arge valdur á løgting við 440 atkvøðum. Tí er greitt, at Magni Arge má víkja annan sessin. Á fólkatingsvalinum fekk Magni Arge 1.082 atkvøður.
Sjálvur sigur Magni Arge í dag, at samráðingarnar á Gamla Apoteki um nýggja samgongu kunnu fáa týdning fyri, hvør skal umboða Tjóðveldi á fólkatingi, kemur flokkurin í landsstýrið.
Røkir fólkatingssessin fyribils
- Fyribils verði eg sitandi á fólkatingi til landsstýrið er mannað, og so fáa vit at síggja, um tað er nøkur orsøk at gera broytingar í umboðanini á fólkatingi, sigur Magni Arge. Aðrar viðmerkingar hevur hann ikki í dag.
Á fólkatingsvalinum 18. juni vórðu Høgni Hoydal, Magni Arge, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk fimm tey fremstu á tjóðveldislistanum. Tey vórðu eisini øll vald á løgting 1. september.
Næsti maður á Tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum var Tórbjørn Jacobsen. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Høgni Hoydal, formanni í Tjóðveldi, áðrenn tíðindasendingina á døgverða.