Tikin við 100 kilo av rúsevnum

Tikin við 100 kilo av rúsevnum
Tollvaldið í Seydisfirði legði týsmorgunin hald á 100 kilo av rúsevnum, sum vórðu funnin, tá tvey ferðafólk komu til Íslands við Norrönu
Tollarar og løgregla funnu 100 kilo av rúsevnum í einum kampingvogni, tá Norröna kom til Íslands gjáramorgunin. Tvey fólk eru handtikin, og verða avhoyrd í Reykjavík í løtuni
Mynd: RUV  
 
09.09.2015 - 15:24

Løgregla og tollarar funnu 100 kilo av rúsevnum, tá Norröna kom til Seydisfjarðar týsmorgunin, skrivar íslendska útvarpið, RUV á heimasíðuni.

Rúsevnini vórðu funnin í einum kampingvogni hjá einum útlendskum pari, sum kom til Íslands við Norrönu gjáramorgunin, týsmorgunin.

Eitt tað størsta rúsevnamálið

Tey bæði fólkini, ið vórðu tikin við 100 kilo av rúsevnum í kampingvogninum, eru nú flutt til Reykjavíkar til avhoyringar, skrivar Ríkisútvarpið.

Talan um eitt tað størsta rúsevnamálið í Íslandi nakrantíð, sambært Ríkisútvarpinum. Løgreglan á Eysturlandinum vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Hetta er tað næsta stóra rúsevnamálið í Íslandi í ár. Á páskum vórðu tvey ferðafólk tikin, tá tey ætlaðu at smugla 20 kilo av rúsevnum til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329