- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlendismálaráðið endurstovnast
Innlendismálaráðið endurstovnast
Tað vóru nakrar óhepnar broytingar, sum vóru gjørdar, tá Innlendismálaráðið var niðurlagt, heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

12.09.2015 - 13:37
Í løtuni samráðast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn um, hvussu landssýrið skal skipast komandi fýra árini.
Við Kringvarpið sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, at landsstýrið verður skipað á leið soleiðis, sum tað er í dag. Tó verða tað helst nakrar broytingar.
Aksel V. Johannesen heldur, at nakrar av broytingunum, sum vórðu gjørdar, tá Innlendismálaráðið var niðurlagt, vóru óhepnar.
Tí verður eitt aðalráð, sum líkist Innlendismálaráðnum, helst stovnað. Um tað komandi aðalráðið fer at umsita júst tey somu málsøkini, sum Innlendismálaráðið gjørdi, kann Aksel V. Johannesen ikki siga við vissu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























