Hava álit á sínum nevndarlimum í BankNordik

17.09.2015 - 14:14
Innlendis›Pengar
Hava álit á sínum nevndarlimum í BankNordik
Nevndin í Fíggjingargrunninum tekur til eftirtektar avgerðina um, at nýggj leiðsla er sett í bankanum

Nevndin í BankNordik ger av, hvussu virksemið í BankNordik skal skipast, og eisini hvør skal vera stjóri í bankanum.

Tað sigur Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna í Fíggingargrunninum.

Landið eigur ein triðing av partabrøvunum í BankNordik, og Fíggingargrunnurin umsitur ognina hjá landinum, sum er størsti einstaki partaeigari í bankanum.

Nýggj nevnd varð vald í vár, og í gjár tók nevndin avgerð um at loysa Janus Petersen, forstjóra úr starvinum, og at seta Árna Ellefsen, kredittstjóra, sum stjóra.

Nevndin og Janus Petersen vóru ikki samd um tað sum er sett út í kortið, og tí skal ein nýggjur stjóri finnast, segði Stine Bosse, forkvinna í nevndini fyri BankNordik.

Og ta avgerðina tekur nevndin í Fíggingargrunninum til eftirtektar, sigur Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna.

 

Mynd: Birita Sandberg Samuelsen er forkvinna í nevndini fyri Fíggingargrunnin
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858