Fáa nú beinleiðis atgongd til upplýsingar á Taks

Fáa nú beinleiðis atgongd til upplýsingar á Taks
Borgaragluggin verður við tíðini høvuðsmiðilin í samskiftinum millum Taks og borgaran
 
22.09.2015 - 13:50

Taks bjóðar nú eina nýggja sjálvgreiðslu á netinum.

Borgaragluggin, sum nýggja tænastan eitur, gevur fólki beinleiðis atgongd til sínar upplýsingar hjá Taks, umframt lættari atgongd at avgreiða ymisk viðurskifti við Taks. 

Sambært Taks verður Borgaragluggin við tíðini høvuðsmiðilin í samskiftinum millum Taks og borgaran. Á tann hátt verður avgreiðslan talgild og verður skjótari og lættari.

Fleiri møguleikar
 
Fleiri møguleikar eru í Borgaraglugganum. Her ber til at lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinnings-sjálvuppgávu; broyta skattauppgerðir; søkja um ferðastuðul, rentustuðul og stuðul til dupult húsarhald og so framvegis.

Eisini sæst eitt yvirlit yvir løn, eftirløn, frítíðarløn, umframt yvirlit yvir ogn og skuld. 

Somuleiðis eru grundupplýsingar av ymsum slag at finna á Borgaraglugganum. Eitt nú bústaður, samskiftisupplýsingar, kontuupplýsingar og upplýsingar um børn.

Til ber at sleppa inn á Borgaragluggan við Mínlykil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523