Rak móti landi, tá motorarnir sløknaðu

Rak móti landi, tá motorarnir sløknaðu
Alibáturin, Hans á Bakka, hjá Bakkafrosti, rak í nátt móti landi, tá motorarnir í nýggja alibátinum sløknaðu
MRCC fekk í nátt klokkan 3:14 boð um at motorarnir á alibátinum, Hans á Bakka, vóru sløknaðir. Brimil sleipaði alibátin á Skálafjørðin
 
29.09.2015 - 12:13

MRCC fekk í nátt klokkan 3:14 boð um at motorarnir á alibátinum, Hans á Bakka, vóru sløknaðir, skrivar heimasíðan, jn.fo

Tá MRCC fekk boðini í nátt, rak nýggi alibáturin hjá Bakkafrosti móti landi, Sjóbjargingarstøðin boðsendi Brimli, ið varð sendur út til alibátin.

Tað eydnaðist at fáa gongd á motorarnar hjá Hans á Bakka aftur, og Brimil fylgdi alibátinum inn aftur á Skálafjørðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111