Minna á reglur fyri flutning av seyði

Minna á reglur fyri flutning av seyði
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at ikki er loyvt at flyta livandi seyð úr nøkrum oyggjum í aðrar
 
07.10.2015 - 13:22

Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at ikki er loyvt at flyta livandi seyð úr Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni í oyggjar, har seyðasjúkan ridluskriði ikki er staðfest.

Til ber at flyta seyð úr oyggjum, har sum ridluskriði ikki er, í Streymoynna, Eysturoynna og Fugloynna, men tá seyðurin er komin hagar, sleppur hann ikki úr teimum oyggjunum aftur.

Nú møguligt er at ílegukanna seyðin fyri mótstøðuføri móti ridluskriða, verður undantaksloyvi latið til at flyta livandi seyð millum tær tríggjar oyggjarnar, har ridluskriði er, um staðfest er, at seyðurin hevur góðkent mótstøðuføri móti ridluskriða.

Undantaksloyvi verður eisini latið til at flyta seyð úr einari ridluskriðaoyggj í aðra, um seyðurin skal flettast. Fleiri reglur eru eisini um seyðaflutning. Tær eru á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974