Sigla í arbeiðssteðgi

Sigla í arbeiðssteðgi
Strandfaraskipini verða ikki løgd í framtíðini, tá limirnir í Starvsmannafelagnum eru í verkfalli ella Fíggjarmálaráðið hevur lýst verkbann
Skipini hjá Strandferðsluni verða ikki løgd, tá arbeiðssteðgur er í framtíðini. Tað stendur í semjuni, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjár
 
13.10.2015 - 08:01

Smyril skal sigla eina ferð um dagin, Teistin, Ternan og Sam tvær ferðir og Ritan og Sildberin eftir galdandi ferðaætlan, um arbeiðssteðgur er.

Í semjuni, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjár, stendur, at tá arbeiðssteðgur er, sigla øll skipini í minsta lagi eina ferð um samdøgrið.

Tríggjar sjóleiðir ikki skerdar

Sigling á Kalsoyarleiðini, Nólsoyarleiðini og Sandoyarleiðini skal tó vera i minsta lagi tvaer ferðir um dagin í 21 dagar.

Tá arbeiðssteðgur hevur verið í 21 dagar, skulu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið semjast um, hvussu tá verður við siglingini á teimum trimum leiðunum.

Siglingin til Skúvoyar og til Fugloyar og Svínoyar verður ikki skerd, hóast arbeiðssteðgur er, stendur í tvey ára semjuni, sum varð undirskrivað í Fíggjarmálaráðnum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096