Træta kann fáa álvarsligar avleiðingar

Træta kann fáa álvarsligar avleiðingar
Sáttmálar fyri umleið 80 mió. millum partarnar eru framvegis ikki undirskrivaðir, nú bert eitt gott ár er til Marknagilsdepilin skal standa liðugur
24. november í 2016 skal Marknagilsdepilin standa liðugur. Enn mangla kortini fleiri sáttmálar, ið skulu undirskrivast
 
14.10.2015 - 12:35

Um eitt gott ár skal Marknagilsdepilin standa liðugur. 24. november 2016 er í øllum førum dagurin, sum Landsverk hevur boðað frá, at depilin skal standa liðugur. Men enn mangla fleiri sáttmálar at undirskriva.

Kringvarpið skilir, at tilsamans fýra av níggju sáttmálum ikki eru undirskrivaðir enn. Talan er um innrætting, múraraarbeiði, málaraarbeiði og annlegsarbeiði. Í tveimum av hesum hevði fyritøkan TG-verk lægsta tilboðið.

Sama fyritøka, sum er í stríði við Landsverk um pengar. TG-verk hevur sent Landsverki eina rokning upp á 45 milliónir krónur fyri seinkingar og meirveitingar, haðani tær flestu standast av roknivilluni hjá donsku ráðgevarafyritøkuni Lemming og Eriksson.

SÍ EISINI Óvissa um kostnaðin

Roknivillan hevði við sær, at arbeiðið bleiv seinkað fleiri mánaðir. Landsverk vil bara gjalda ein brotpart av pengunum, og málið endar nú helst í einum gerðarætti.

TG-verk hevði lægsta tilboðið upp á innrætting og múraraarbeiðið. Upprunaliga tilboðið hjá fyritøkuni var 99 mió fyri innrætting og 22-23 mió fyri múraraarbeiðið.

Tá sparingar skuldu gerast í prosjektinum varð innrætting minkað niður í 56 milliónir krónur og múraraarbeiðið minkað niður í 17 mió krónur. Men ongin sáttmáli er undirskrivaður, og lagnan hjá hesum arbeiðstøkunum hongur í leysum lofti.

SÍ EISINI TG-verk krevur 45 mió. kr.

Spurningurin er, um Landsverk og TG-verk fara at undirskriva ein sáttmála fyri tíggjutals milliónir, samstundis sum partarnir allarhelst fara í gerðarættin, tí teir eru so ósamdir um pengar.

Men hvat ger Landsverk so, um stovnurin ikki ætlar at undirskriva við TG-verk? Landsverk kann velja at bjóða arbeiðini út av nýggjum, men hetta tekur tíð, og við eini tíðarætlan upp á bara eitt ár er ivasamt, um Landsverk velur ta loysnina.

SÍ EISINI Marknagilsdepilin kann steðga upp

Landsverk kann eisini samráðast við eina aðra fyritøku um at gera arbeiðini, men spurningurin er, um tað ber til at fáa aðrar fyritøkur inn at gera arbeiðið við stuttum skotbráði, serliga tá hugsað verður um, at nógv ferð er í byggivinnuni.

Spurningurin er eisini, til hvønn prís arbeiðið so skal gerast fyri. Tað er ikki vist at TG-verk ella ein møgulig nýggj fyritøka vilja gera hesi arbeiðini fyri ta kostnaðarætlanina, sum Landsverk hevur gjørt.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa orðið á stjóran í Landsverki, Ewald Kjølbro, til tíðindasendingina á døgverða í útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575