Ísurin bráðnar skjótari enn áður

Ísurin bráðnar skjótari enn áður
Innlandsísurin í Grønlandi bráðnar nógv skjótari enn granskarar hava hildið
 
17.10.2015 - 16:43

ES hevur játtað norskum og donskum granskarum 100 milliónir krónur at kanna, hví innlandsísurin í Grønlandi bráðnar so skjótt, og hvussu hitin í sjónum ávirkar bræðingina. 

Kerim Hestnes Nisancioglu, professari á lærda háskúlanum í Bergen, sigur, at ísurin er bráðnaður í fleiri ár.

Norsku granskararnir leita eisini eftir gróti, sum kann siga teimum, hvussu viðurskiftini vóru, tá ísurin bráðnaði fyrr. Fyri umleið 120.000 árum síðani vóru 3-4 stig lýggjari í Arktis. Tá var innlandsísurin nógv minni, og samstundis vaks havið 2-3 metrar.

- Viðurskiftini líkjast. Tað er vorðið lýggjari, og ísurin minkar, sigur norski professarin, við norska kringvarpið. 

Ísurin bráðnar nógv skjótari, enn granskararnir hava hildið. 

Síðani 1900 er tað vorðið umleið tvey stig heitari í Arktis, og tað er umleið tvær ferðir so nógv sum aðrastaðni á knøttinum. 

Útlitini eru døpur, tí í ringasta føri veksur havið kring Grønland sjey metrar, sigur norski professarin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129