- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta milliónir fyri 1500 fermetrar
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at selja bankabygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð.
Avgerðin er tikin, eftir at Bygningsstyrelsen spurdi seg fyri hjá kommununi um at keypa bygningin til endamálið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tórshavnar kommuna keypti í fjør báðar bygningarnar hjá BankNordik í høvuðstaðnum, tí bankin fór undir at byggja nýtt høvuðssæti, sum var liðugt herfyri.
Kommunan vil hava minst 42 mió. fyri bygning
Ætlanin var at nýta bygningin í miðbýnum til umsiting, men bankin vildi selja báðar bygningarnar saman, og tí gjørdi kommunan av at keypa báðar bygningarnar.
Bygningurin í Húsagøtu skal nýtast til heilsuhús við læknamiðstøð, tannlæknamiðstøð og øðrum almennum tænastum.
SÍ EISINI Stórar ætlanir við bankabygninginum í miðbýnum
Eftir at býráðið hevði gjørt avtalu um at keypa bygningarnar, spurdi løgreglan seg fyri um at keypa bygningin í Húsagøtu til politistøð. Tær samráðingarnar endaðu við, at kommunan tók avgerð um at selja bygningin.
Endaligur prísur er ikki avtalaður, men kommunan skal haldast skuldarfrí, og tí vil kommunan hava minst 42 milliónir krónur fyri bygningin, sigur Heðin Mortensen.
Danskir serfrøðingar hava ásett prísin
Bygningsstyrelsen hevur ætlanir um at byggja út í Húsagøtu, og tí er neyðugt at keypa eitt øki frá MRCC, sum Fiskimálaráðið varar av. Økið er 1500 fermetrar til støddar.
Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at Fiskimálaráðið hevur spurt seg fyri hjá serfrøðingum, og teir mæla til at selja økið fyri 8 milliónir kr.
Aðrar treytir er eisini settar, millum annað skal ein lítil goymslubygningur hjá MRCC takast burtur, og hann skal byggjast aftur á øðrum øki.
Bygningsstyrelsen viðger málið
Ein ætlað útbygging av MRCC, sum varð gjørd í 2007, men sum ongantíð gjørdist veruleiki, skal ikki darvast av ætlanunum hjá løgregluni.
Talan er um at byggja eina hædd omaná bygningin hjá MRCC, sigur Rógvi Reinert. Fiskimálaráðið hevur sent tilfarið og prísin til Bygningsstyrelsen, sum nú viðgerð málið, og skal síðani svara Fiskimálaráðnum aftur.
- Vit hava einki frætt aftur frá Bygningsstyrelsen, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.