Taka dómin til eftirtektar

Taka dómin til eftirtektar
Kappingareftirlitið tekur til eftirtektar dómin hjá Føroya rætti í málinum móti Vinnukærunevndini
Kappingareftirlitið fer ikki í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti í málinum móti Vinnukærunevndini, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari
 
20.10.2015 - 15:56

Kappingareftirlitið tekur dómin hjá Føroya rætti í málinum móti Vinnukærunevndini til eftirtektar, og farið verður ikki í Landsrættin við dóminum, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari.

Tað vil siga, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini um, at Kappingareftirlitið kann ikki avgera, um ein frágreiðing um umsitingargjaldið fyri føroysk realkredittlán hjá bankunum skal almannakunngerast.

Eina slíka avgerð eigur Kappingarráðið. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini stendur tí við. Frágreiðingin verður ikki almannakunngjørd.

Vilja sleppa undan iva um mynduleikabýti

Kappingarráðið avgjørdi á fundi fyrrapartin at biðja Vinnumálaráðið broyta kappingarlógina, so sleppast kann undan ivanum um myndugleikabýtið millum Kappingareftirlitið og Kappingarráðið.

Kappingareftirlitið fekk ikki Føroya rætt at døma Vinnukærunevndina at viðurkenna, at eftirlitið kann taka ávísar avgerðir sambært kappingarlógini.

Føroya rættur vísti í gjár burtur sakarmálinum, sum Kappingareftirlitið fór undir fyri einum ári síðani. Kappingareftirlitið sigur, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini broytir grundleggjandi arbeiðsbýtið millum eftirlitið og ráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613