DMI: Nú kemur fyrsti kavin

DMI: Nú kemur fyrsti kavin
Um vikuskiftið fellir hitin so mikið, at tann fyrsti vátakavin í heyst væntandi kemur niður. Fyrsti kavin kemur kanska mánadagin, sambært DMI
Vátaslettingur um vikuskiftið, og tann fyrsta kavan fáa vit mánadagin. Tað eru í øllum førum útlitini í nýggjastu veðurforsøgnini hjá donsku veðurstovuni
 
21.10.2015 - 10:02

Fleiri lond í Evropa hava longu fingið tann fyrsta kavan í heyst. Nú er kavin eisini á veg til Føroyar, sambært nýggjastu forsøgnini hjá donsku veðurstovuni.

Um vikuskiftið fer hitin at fella so mikið, at vit kunnu vænta okkum vátasletting sunnunáttina, sambært nýggjastu fimm daga forsøgnini hjá DMI.

Vátaslettingur verður eisini mánanáttina, sambært forsøgnini hjá donsku veðurstovuni. Bæði leygardagin og sunnudagin verðir hitin um tvey til fimm stig.

Kavi mánadagin

Mánadagin fellir hitin enn meira, og tá verður eisini møguleiki fyri at fyrsti kavin í heyst kemur niður, sigur danska veðurstovan.

Mánadagin verður hitin um dagin tvey til fimm stig. Týsnáttina fellir hitin nakað, og verður tá millum frostmarkið og trý hitastig.

Veðurforsagnir, ið strekkja seg fimm dagar fram, skulu kortini vanliga takast við einum ávísum fyrivarni, sambært veðurfrøðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974