Nú skal arbeiðssetningurin orðast

Nú skal arbeiðssetningurin orðast
Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið eru farin undir at orða arbeiðssetningin til politiska bólkin, sum skal orða pensjónsnýskipanina
 
29.10.2015 - 08:34

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon fer at biðja allar flokkar tilnevna fólk í bólkin. Ætlanin er, at næsta heyst kemur uppskot í Løgtingið um pensjónsnýskipan.

Men semja skal vera fingin næsta vár, sigur landsstýriskvinnan. Eyðgunn Samuelsen sigur, at arbeiðið at gera pensjónsnýskipanina fer at byggja á somu meginreglur sum higartil.

Harafturat verður spurningurin viðgjørdur um størri samhaldsfesti í skipanini og hugsast skal eisini um haldføri í búskapinum í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Hoydalar: M. C. Restorff
204845
Hósdag 26. februar
Veðrið
204898
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758