Vindur, varðhaldsfongsling og ferðkanningar

Vindur, varðhaldsfongsling og ferðkanningar
Nógvur vindur var seinnapartin í gjár og gjárkvøldið, men løgreglan hevur bert fingið tvær fráboðanir um leysar lutir
 
01.11.2015 - 10:13

Nakrar plátur lógu leysar á kajøkinum í Leirvík, og í Runavík var ein trampolin farin á flog. 

Klipp í koyrikortið

Løgreglan gjørdi ferðkanningar millum Fjarða í nátt. 

Frá klokkan tríkorter til eitt og hálvan tíma fram vóru tríggir bilførarar steðgaðir fyri at hava koyrt ov skjótt. Teir fáa allir klipp í koyrikortið.

Harðskapsmál

Ein 25 ára gamal maður varð ígjárkvøldið varðhaldsfongslaður, og skuldsettur fyri harðskap.

Tað var fyrrakvøldið, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var sparkaður í høvdið. Hendingin fór fram á Áarvegnum í Havn. Maðurin fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum.

25 ára gamli maðurin er varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, meðan løgreglan kannar málið, og tí vandi er fyri, at maðurin kann gera meira um seg, um hann verður latin leysur.

Eisini fekk løgreglan fleiri fráboðanir um fólk, ið vóru ill í sær og full.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558