- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um virus er komið til Føroya
Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at kanningarnar higartil vísa, at virusið er ikki komið til Føroya. Men enn kunnu tey ikki siga við vissu, at VHS virusið ikki er komið til landið, tí allar royndirnar verða ikki lidnar fyrr enn um eina viku ella so.
VHS virus varð staðfest hjá rognkelsum á einari íslendskari alistøð, sum hevur útflutt rognkelsi til alibrúk í Føroyum. Íslendski myndugleikin boðaði landsdjóralæknanum frá tí mikudagin í farnu viku.
Settu tilbúgvingarbólk beinanvegin
Tilbúgvingarbólkur varð settur beinanvegin. Bólkurin skal eftirkanna um innflutt rognkelsi kunnu hava borið VHS virus við sær til Føroyar, forða fyri at møgulig VHS virus spjaðir seg og fyrireika eina møguliga niðurberjing.
Eisini arbeiða føroyska alifyritøkan og teirra djóralækni við at greiða støðuna nærri. Tikin eru áleið 200 sýni. Tað tekur nakrar dagar at fáa úrslitini frá hesum, møguliga upp til tvær vikur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.
Úr Íslandi er upplýst, at rognkelsini, talan er um, eru vill rognkelsi, sum eru tikin á alistøðina til at strúka. Harumframt er VHS virus ávíst í øðrum rognkelsum í somu høll, sum tey nevndu.
SÍ EISINI Virus funnið í rognkelsi, ið skal avlúsa laksin
Helst hava villu rognkelsini smittað tey rognkelsið, sum vóru á støðini frammanundan. Í Íslandi hevur myndugleikin kravt, at øll rognkelsi á alistøðini har VHS virus er staðfest, verða tikin av beinanvegin.
Harumframt eru tey við at kanna eina aðra alistøð, sum hevur fingið gitin rogn frá VHS virus raktu alistøðini. Henda alistøð er fyribils stongd, soleiðis at hon sleppur ikki at flyta rognkelsi av alistøðini, fyrr enn vissa er fingin fyri, at tey ikki hava fingið VHS virus á alistøðina.
Sjúkan er mest kend fyri at raka ald síl. Eisini eru fleiri kendir tilburðir, um at sild verður rakt av sjúkuni. Annars kann virus eisini staðfestan hjá eini røð av bæði aldum og villum fiski, úr feskvatni og sjógvi.
Laksur kann eisini fáa smittuna
Aldur laksur kann eisini fáa smittuna, men hetta er tó sera sjáldsamt. VHS virus smittar ikki fólk. Tað er ikki loyvt, at taka villan fisk og koyra hann beinleiðis í eitt alibrúk við laksi.
Villi fiskurin skal takast inn á góðkenda alistøð til at strúka. Allur foreldrafiskur skal kannast fyri eina røð av smittuevnum, harímillum VHS.
Gitnu rognini skulu sóttreinsast. Alistøðin skal vera innrættað soleiðis, at skilnaður er millum foreldrafisk, gitin rogn og yngul, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.