Festi á tvang

Festi á tvang
Tað eydnaðist ikki Búnaðargrunninum at fáa eitt festi í Suðuroynni selt í Fútarættinum í gjár
 
05.11.2015 - 11:24

Eittans boð var, ein millión krónur, og tað boðið átti ein annar bóndi sjálvur triði í oynni. Búnaðargrunnurin var nøgdur við boðið, hóast grunnurin eigur slakar 2,4 mió.kr. til góðar hjá festaranum og tí kravdi festið selt á tvingsilsuppboði.

Men advokaturin hjá festaranum, sum var í Fútarættinum í gjár, segði, at festarin hevur samráðingar við peningastovn um fíggjarliga loysn, - sanering, og kundi um stutta tíð koma við einum boði upp á hálva aðru millión krónur.

Spurningurin var so, um nýtt uppboð kundi haldast. Búnaðargrunnurin mótmælti, at nýtt uppboð verður. Men niðurstøðan hjá Fútarættinum var, at nýtt tvingsilsuppboð verður 9. desember. Til tá stendur boðið, sum kom í gjár, við, og tað er ein millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083