Apotekið undir Heilsumálaráðið

Apotekið undir Heilsumálaráðið
Apoteksverkið verður nú lagt beinleiðis undir Heilsu- og innlendismálaráðið. Landsstýriskvinnan hevur sent uppskotið til hoyringar
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sent uppskot um at Apoteksverkið verður lagt beinleiðis undir Heilsu- og innlendismálaráðið, til hoyringar
 
09.11.2015 - 08:09

Í galdandi lóg um Apoteksverkið og heilivág í Føroyum er ásett, at Apoteksverkið er stovnur undir landsstýrinum.

Fyri at greina, hvat aðalráð og hvat landsstýrisfólk hevur ábyrgdina av økinum, verður nú skotið upp, at Apoteksverkið skal verða stovnur undir Heilsu- og innlendismálaráðnum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur sent uppskotið til hoyringar.

Samstundis verður ásett, at tað er landsstýrisfólkið í heilsu- og innlendismálum, sum tilnevnir landsapotekaran. Landsapotekarin verður setanarmyndugleiki, tá apotekarar verða settir í fast starv á apotekunum kring landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129