Kunna um granskingarpengar

Kunna um granskingarpengar
Tey, sum eru forvitin eftir at vita meira um stuðulsmøguleikar fyri menningar- og vakstrarætlanir, hava nú møguleika at frætta meiri
Granskingarráðið skipar í dag fyri tveimum kunnandi fundum, har kunnað verður um stuðulsmøguleikarnar
 
09.11.2015 - 09:43

Í dag verða tveir almennir kunningarfundir um Horizon 2020, og á fundunum vera serfrøðingar úr Brússel. Tað skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Annar fundurin verður klokkan 10 í Vinnuhúsinum í Havn. Hin kunningarfundurin verður klokkan 14:30 á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Minst til kunningarfundin mándagin. Kl. 10 í Vinnuhúsinum og kl. 14.30 á Bókasavninum við Løkin.Tvey umboð úr Brússel...

Posted by Granskingarráðið on 6. November 2015

Granskingarráðið sigur, at kunningarfundirnir venda sær serliga til fyritøkur, sum hava áhuga at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir.

Horizon 2020 er stuðulsætlanin hjá ES fyri gransking og nýskapan. Ætlanin er galdandi frá 2014 til 2020, og talan er um tilsamans 592 milliardir krónur.

Stuðulin verður veittur granskarum, fyritøkum, íverksetarum, felagsskapum, landspørtum og øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083