Dømdur fyri at hava lagt nakinmynd á Facebook

Dømdur fyri at hava lagt nakinmynd á Facebook
Ein maður, miðskeiðis í tjúgunum, er dømdur fongsulsrevsing og bót, millum annað tí hann legði eina nakinmynd av fyrrverandi gentu sínari á Facebook
Ein maður miðskeiðis í tjúgunum fekk í gjár 50 daga fongsulsrevsing og 1.000 krónur í bót fyri millum annað at hava lagt eina mynd av fyrrverandi gentu sínari á Facebook vangan hjá sær
 
10.11.2015 - 08:03

Ein maður miðskeiðis í tjúgunum fekk í gjár 50 daga fongsulsrevsing og 1.000 krónur í bót fyri millum annað at hava lagt eina mynd av fyrrverandi gentu sínari á Facebook vangan hjá sær.

Á myndini, maðurin legði á Facebook, var gentan nakin oman fyri beltið. Maðurin er eisini dømdur fyri at bróta ferðslulógina. Hann misti koyrikortið í eitt ár fyri tað.

Maðurin er dømdur fyri at hava koyrt á bilin hjá fyrrverandi gentuni, og fyri at hava snarað yvir í vinstru breyt, tá bilar teirra nakrar dagar seinni møttust á Norðrara ringvegi í Havn.

Um gentan ikki bar so skjótt at og fekk snarað sínum bili, høvdu bilarnir stoytt saman, sigur rætturin. Maðurin noktaði seg sekan í øllum trimum ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693