Vinnan ónøgd við økt gjald

17.11.2015 - 14:00
Innlendis›Politikkur
Vinnan ónøgd við økt gjald
Fiski- og alivinnan skulu gjalda meira fyri tilfeingið og firðirnar sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016. Umboð fyri vinnuna er ónøgt

Eftir núverandi skipanin skal alivinnan í Føroyum gjalda ein eyka partafelagsskat uppá 4,5 prosent umframt eitt tøkugjald uppá eitt hálvt prosent.

Hetta verður nú broytt soleiðis, at tøkugjaldið verður 5 prosent og partafelagsskatturin verður strikaður. Tó hevur man lagt upp fyri at laksaprísurin kann lækka, sigur løgmaður.

Atli Gregersen er stjóri á Hiddenfjord og er somuleiðis í nevndini í Havbúnaðarfelagnum. Hann hevur sitið í einum arbeiðsbólki, sum gav fyrrverandi samgonguni eitt álit um, hvussu ein gjaldskipan fyri alivinnuna eigur at innrætast.

Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, heldur ikki nógv um broytingarnar. Sum heild eru føroysku politikarnir alt ov bráðir, heldur hann. Hann sipar til, at undanfarna samgonga boðaði frá at alivinannan skuldi gjalda 95 milliónir krónur meira.

Tað eru ymiskir háttir at sleppa undan at gjalda skatt og vil landið tryggja sær at pengarnir koma inn, eru aðrir møguleikar at gjalda eftir yvirskoti, sigur Atli Gregersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542