Europol væntar fleiri álop

Europol væntar fleiri álop
Evropa kann rokna við fleiri atsóknum, liknandi atsóknini sum var í Paris fríggjakvøldið, sigur stjórin í løgreglusamstarvinum, Europol
Fleiri yvirgangsatsóknir koma helst í Evropa, væntar stjórin í evropeiska løgreglusamstarvinum, Europol
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
19.11.2015 - 16:18

- Vit tosa um ein væl útgjørdan, harðrendan altjóða felagskap, sum nú er virkin í gøtunum í Evropa, sigur Rob Wainwright, stjóri í Europol.

Rob Wainwright, stjóri í Europol, var í dag við í eini hoyring í evropaparlamentinum um yvirgang. Hóttanin um yvirgang er størri nú, sigur hann:

- Tí kunnu vit ikki annað enn at vera á varðhaldi. Yvirgangshóttanin ímóti Evropa hevur ikki verið størri seinastu 10 árini, sigur Rob Wainwright.

Álopið í París var bert byrjanin

- Tað var greið boð um, at Islamskur Statur ætlar sær at flyta sína ógvusligu framferð til Europa og restina av heiminum, sigur hann.

Rob Wainwright, stjóri í Europol, sigur, at atsóknin hjá Islamskum Stati í Paris økti munandi um yvirgangshóttanina í Evropa.

- Síðani atsóknina í Mumbai í 2008, hava heimsins trygdartænastur borið ótta fyri, at tað sama fór at henda í Evropa, og tað er nú hent, sigur stjórin í Europol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329