Kringvarpið missir lýsingarnar

Kringvarpið missir lýsingarnar
Á nýggjárinum missir útvarpið rættin at senda handilslýsingar, og inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum fara í landskassan
Kringvarpið missir á nýggjárinum rættin at senda lýsingar. Ein nýggj skipan skal tryggja stovninum 59 milliónir krónur um árið uttan lýsingarinntøkur
 
23.11.2015 - 08:12

Afturfyri verður ein serstakur miðlastuðul á fíggjarlógini. Hetta verður gjørt, til tess at almenni public-service stovnurin hvørki skal vera fíggjarliga bundin av privatum lýsarum ella kappast við privatu miðlarnar um handilslýsingar.

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í viðmerkingunum til uppskotið um at broyta háttin at krevja inn kringvarpsgjald, sum í løtuni er til hoyringar.

Sponsorering verður bert loyvd í ávísum førum, har talan er um serstøk tiltøk, sum verða samskipað við onnur, eitt nú stór og avgerandi itróttatiltøk, og tónleika- ella onnur stór mentanartiltøk.

V4 og Gekkurin halda fram

Landsstýriskvinnan í mentamálum skal gera nærri reglur um hetta. V4-spælið og Gekkaspælið sleppa kortini at halda fram.

Sambært nýggju skipanini um at krevja inn kringvarpsgjald verður farið frá at krevja gjald frá húskjum til at krevja gjaldið frá einstaklingum, sum eru eldri enn 23 ár.

Gjaldið verður 150 krónur um mánaðin, og pensjónistar rinda 50 krónur um mánaðin. Kringvarpsgjaldið verður goldið gjøgnum skattaskipanina hjá Taks, og tað verður kravt inn á sama hátt, sum t.d. gjaldið til Heilsutrygd.

Nýggja skipanin gevur stovninum 59 mió.

Gjaldið hjá virkjum verður lagað eftir, hvussu stór lønarútgjaldingin er. Skotið verður upp, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað við tveimum prosentum um árið.

Mentamálaráðið sigur í viðmerkingnum til uppskotið, at nýggja skipanin gevur umleið 59 milliónir kr. í kringvarpsgjaldi. Haraftrat koma inntøkur frá spølum, kunngerðum og sponsoratum.

Tilsamans kann Kringvarpið vænta at fáa 63 milliónir kr. í inntøkum tilsamans. Tað er nakað minni enn í fjør, men tá vóru inntøkurnar frá spølum serstakliga stórar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109