Fleiri sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum

Fleiri sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum
Fleiri pengar til Fróðskaparsetrið næsta ár gera, at Setrið kann taka 60 fleiri lesandi í 2016 enn í 2015. 25 pláss eru markað til nýggja útbúgving
Fróðskaparsetrið kann taka 60 fleiri lesandi í 2016 enn í 2015, nú Mentamálaráðið hevur biðið um seks milliónir afturat til lærustovnin
 
24.11.2015 - 08:39

Mentamálaráðið hevur biðið um seks milliónir krónur afturat til Fróðskaparsetrið, so tað kann taka 310 lesandi næsta ár.

25 pláss eru markað til nýggju útbúgvingina í búskaparfrøði, og 16 fleiri sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði. Fróðskaparsetrið hevur í eina tíð fyrireikað útbúgvingina í búskaparfrøði.

Grundarlag er fyri nýggjari útbúgving

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at hon hevur raðfest játtanina til Fróðskaparsetrið, so til ber at bjóða búskaparfrøði næsta summar.

Í februar í ár vísti ein kanning, at var ein útbúgving í búskaparfrøði í Føroyum, eru nóg nógv fólk til ein flokk. 16 næmingar, sum tá, í februar, vóru seinasta árið í miðnámsskúla og ætlaðu sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her.

Harafturat eru tíggju, sum helst høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum. 62 av teimum 495 spurdu miðnámsskúlanæmingunum søgdu seg ætla at lesa búskaparfrøði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096